Tvær manningar hjá KRF hava beina kós móti føroyameistaraheitinum eftir fult stigatal og greiðar sigrar á eystanstevnu í gjár.
Fípan Fagra við gentum 17-18 vann eins og á norðoyastevnu ein greiðan sigur. Heili 9 sekund vóru aftur til nr. 2 og Fípan Fagra stevnur beint móti føroyameistaaheitinum. Hjá 6-mannaførum við monnum vann Páll Fangi eins og á norðoyastevnu. Men hesaferð var talan um nógv greiðari sigur. Næstan fimm sekund vóru aftur til nr. 2.
Av øðrum bátum úr Norðoyggjum, so endaði Sævarmoy nr. 2 í barnaróðri dreingjum og Sundabáturin nr. 3 há 6-mannaførum við kvinnum.




