Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Deyvafelag Føroya 50 ár – Lívið við teknum

Tíðindaskriv

Saman við Deyvafelagnum fara vit at ynskja tær hjartaliga væl komin at hátíðarhalda 50 ára stovningardagin leygardagin 18. juni í Silo (Kongshøll) í Tórshavn.

Vit gleða okkum til dagin og bjóða øllum til eina áhugaverda og fjøbroytta skrá, har vit varpa ljós á „Lívið við teknum“ við persónligum søgum og áhugaverdum fyrilestrum.

Skráin í høllini byrjar kl. 14.00 og endar umleið kl. 17.00. Dyrnar lata upp kl. 13.30. Skrivi- og teknmálstulkar verða á staðnum.

Deyvafelag Føroya varð stovnað 12. februar 1972 og seinastu 50 árini hevur felagið áhaldandi virkað fyri at varpa ljós á og arbeitt fyri, at deyv fólk í Føroyum hava somu rættindir, sum hoyrandi fólk hava. Felagið hevur eisini til endamáls at samla deyv í Føroyum.

So verð við at hátíðarhalda dagin saman við okkum, øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Skrá:

Kl. 14:00    Vælkomin

Kl. 14:10    Eitt lív við teknum

                   Jan Zachariassen greiðir frá lívi sínum.

Kl. 14:30    At vaksa upp við teknum

                   Jósva Debes, abbasonur ein deyvan, greiðir frá

Kl. 15:00    Føroyska teknmálsorðabókin Sign Wiki Føroyar og teknmálsfyritøkan Vit Tekna

                   Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, teknmálstulkar, greiða frá

Kl. 15:30    Kaffisteðgur og prát

Kl. 16:00    Arbeiðið við teknum

                   Samrøða við Eyðgunn Danielsen,
                   sum er stuðul og dagliga arbeiðir við „Tekn til talu“.

Kl. 16:15    Lívið við teknum

                   Meifríð W. Hansen greiðir frá um Føroykst teknmál

                   og støðuna hjá teimum, sum brúka Føroykst teknmál   

Kl. 16:45    Leikur: „Tá ketan loypir av“

                   Royn hvussu tað kennist, tá samskifti ikki riggar.
                   Anna Simonsen og Meifríð W. Hansen

Kl. 17:00    Hátíðarhaldið endar

 

Harleyfacadeacryl