Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Summarið er komið

klaksvik.fo

Í gjár byrjaði summarfrítíðin hjá næmingunum. Skúlaárið er nú liðugt og gott verður hjá næmingum og starvsfólki at fáa ein steðg, til vit møtast aftur í august.

 

Dagurin var skipaður sum ein ruddi- og grilldagur. Byrjað var at rudda skúlastovurnar og fáa seinastu bøkurnar upp á pláss. Síðani vóru allir næmingarnir bodnir til grillirnar at fáa hvør sín franskan hotdog og sunkist. 

Afturvið var livandi tónleikur frá skúlaorkestrinum, næmingum í 5. flokki og skúlakórinum.

Ein frálíkur endi á einum læruríkum ári.

Vit ynskja øllum, sum í ár hava lokið fólkaskúlaprógv hjartaliga tillukku við próvnum og ynskja tykkum alt tað fagrasta í komandi tíð.

Góða summarfrítíð!  

Harleywoodpaint