Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: Bodø/Glimt-KÍ

Jákup Ósá

Í dag spælir KÍ fyrsta altjóða dystin í summar. Talan er um eina torføra byrjan á pappírinum.

Norska Bodø/Glimt tekur ímóti í Norra. Hjá heimaliðnum eru nøkur ivamál vegna skaðar og onkur leikari skal møguliga seljast ein av komandi døgunum. Hjá KÍ er Jonn Johannessen skaddur, meðan stóra ivamálið er Odmar Færø, sum bleiv skaddur móti HB. Hann er við hópinum í Norra. Páll A. Klettskarð er nú heilt klárur aftur.

Dysturin í Bodø byrjar kl. 17.00. Dómari verður svenski Mohammed Al-Hakim.