Í dag – hósdagin kl. 17.00 verður konsert við hornorkestrinum, FDF Odense Musikkreds í Spinnarínum.
Klaksvíkar hornorkestur var og vitjaði FDF Odense Musikkreds á páskum, har tey m.a. spældu saman í Norðatlantiske Hus í vinarbýnum, Odense.
FDF Odense Musikkreds varð sett á stovn í 1940 og er tí 10 ár eldri enn Klaksvikar hornorkestur. Í ferðalagnum, sum telur 40, eru í orkestrinum 28 spælarar.
Á Føroya ferðini, hava tey spælt í Runavík, í Klaksvík hósdagin og fríggjadagin í Vágsbotni á nýggja spælistaðnum har.
Tey vitja m.a. Nólsoyar Páls húsið, síðani býráðið, har tey fáa eina kunning um Klaksvík. Eftir tað fara tey í Mentanarhúsið og í Christianskirkjuna, á gátt í venjingarhølunum hjá Klaksvíkar hornorkestri, og síðani hava tey konsert í Spinnarínum kl. 17.00.
Konsertin er ókeypis og eru øll vælkomin!
Niðanfyri eru myndir frá ferðini í Odense á páskum.



























