Eg standi púra ovfarin, nú miðlarnir bera tíðindi um, samgongan ætlar at flyta Akstovuna úr Klaksvík. Ein stovnur, sum í fleiri áratíggju hevur ligið í Klaksvík.
Hetta má ikki henda.
Samgongan avreiddi Veðurstovuna, og nú avreiða tey Akstovuna, so landsstýrismaðurin kann leggja Akstovuna í nærum túninum hjá sær sjálvum.
Onki hevur verið at hoyrt frá samgonguumboðunum úr Norðoyggjum. Skal tað tulkast sum, at tey taka undir við at flyta Akstovuna úr Klaksvík? Ella hvat ætla tey at gera?
Sjálvandi skal Akstovan halda fram í Klaksvík.



