Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

The Mary Land State Boychoir í Klaksvík

Jóhann Lützen

Týskvøldið, 12. juli, er konsert í Christianskirkjuni kl 19.30 v/The Mary Land State Boychoir. 150 dreingir í aldrinum 7-20 ár eru limir í kórinum.

Kórið er í hesum døgum á konsertferð í Danmark, Íslandi og Føroyum, og við á ferðini eru 30 sangarir úr kórinum. Konsertskráin er fjølbroytt, alt frá renessansumotettum og kirkjuligum hymnum, til gospelsangir og aðrar sangir. Kórleiðari er Stephen Holmes.