Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FK Bodø/Glimt – gamalt felag, men soltna søgu í fremstu røð

Jóan Pauli Jacobsen

Norðmenn eru ikki sum onnur fólkasløg og tá teir tosa um Norgesmesterskapet i fotball, sum teir hava kappast um í stórthundrað ár, so tosa teir sjálvandi um norsku steypakappingina frá 1902. Harafturat hava teir sjálvir forðað fyri, at Norðurnoreg kundi luttaka í lands- og steypakappingum. Teir vildu ikki vita av Norðurnoreg í fótbóltshøpi, tí støðið var alt ov vánaligt.

Fotballklubben Bodø varð stovnað 19. september 1916 og kallaðist soleiðis fram til 1948, tá tað broytti navn til Bodø-Glimt, tá eitt eldri felag í Trøndelag æt líka. Bindistrikan broyttist í 1980-unum til eina skrástriku, tí bindistrikan ofta skilti liðini í dagbløðum ella á veddingarseðlum.

Orsakað av tápuligu útihýsingini slapp felagið ikki at luttaka í steypakappingini fyrr enn í 1963, har felagið við at røkka 4. umfari prógvaði, at feløg úr Norðurnoreg kundu spæla á jøvnum føti við Suðurnoreg. Fyrst vunnu teir 7-1 á Nordil, síðani komu tveir útisigrar á Nidelv (frá Trondheim) og ikki minst 4-2 á Rosenborg. Frigg úr Oslo gjørdist kortini ein ov stórur gloypibiti og vann 1-0 í 4. umfari.

Bodo/Glimt hevði tá vunnið meistaraheitið í Norðurnoreg 9 ferðir (1930, 1933, 1934, 1939, 1952, 1963, 1964, 1967 og 1969) og tveyari 5 ferðir (1949, 1955, 1961, 1962 og 1966)

 

 

 

Bodø/Glimt mátti bíða nærum eitt áratíggju afturat, áðrenn tað í 1972 kundi kappast um at flyta upp í bestu norsku deildina, men framvegis vóru liðini frá Nordland, Troms og Finnmark fyri dyggum vanbýti, tí tríggjar 2. deildir vórðu stovnaðar: Tvær Suðurdeildir og ein Norðurdeild. Vinnararnir í teimum báðum Suðurdeildunum fluttu beinleiðis upp, men vinnarin í Norðurdeildini mátti gjøgnum nakrar frásáldingardystir, áðrenn tað kundi flyta upp. Bodø/Glimt kendi av álvara órættvísi upp á egnan kropp, tá felagið í 1975 vann steypakappingina, men tapti uppflytingardystin.

Árið eftir eydnaðist tað, tá Bodø/Glimt vann 4-0 á Odd og leikti 1-1 javnleik ímóti Lyn. Bodo/Glimt gjørdist sostatt annað felagið úr Norðurnoreg, sum slapp at royna seg í bestu deildini eftir, at FK Mjølner flutti upp í 1971 og slapp at royna seg millum tey bestu í 1972. FK Mjølner flutti eisini upp í 1988, men báðu ferð noyddist teir at stinga í sekkin eftir eittans ár millum tey fremstu liðini. Framvegis eru tað bert trý lið úr Norðurnoreg, sum hava vunnið seg í bestu deildina: Bodo/Glimt, FK Mjølner og Tromsø.

Fyrsta kappingarárið í bestu deildini eydnaðist stak væl, tá Bodø/Glimt gjørdist tveyari bæði í lands- og steypakapping. Lillestrøm vann báðar kappingarnar, men Bodø/Glimt fekk fýra kappingarár millum tey fremstu.

Stóra stjørnan var heimvendi Harald “Dutte” Berg, sum byrjaði í felagnum, men fyrst flutti til Lyn, har hann gjørdist toppskjútti í 1965 og var við í europeiska ævintýrinum í 1969, tá Lyn tapti tepurt 3-2 og síðani fekk 2-2 javnleik ímóti spanska risanum FC Barcelona. Tað hoyrir við til søguna, at báðir dystirnir vórðu spældir í Spania orsakað av keðiligum veðurlíkindum í norska vetrinum. Síðani skifti Harald til FC Den Haag í Hollandi, har hann spældi saman við eitt nú Dick Advokaat, sum seinni gjørdist hollendskur landsliðsvenjari. Harald gavst at spæla í 1981 sum 40-ára gamal, men verður framvegis roknaður sum ein av teimum allarbestu norsku leikarunum nakrantíð.

Synir Haralds: Ørjan, Runar og Arild vóru á liðnum, tá felagið aftur gjørdi um seg í byrjanini av 1990-unum. Undir leiðslu av Jan Muri flutti felagið upp í 1. deild í 1991, meðan Trond Sollied flutti felagið upp í Tippeliguna árið eftir. Steypasigurin í 1993 gjørdist krúnan á verkinum, tá felagið flutti úr 2. deild til 2. pláss í Tippeliguni upp á trý ár. Eitt sjáldsamt bragd.

Av beiggjunum var tað Arild, sum varð roknaður fyri at vera tann evnaríkasti, men hildið verður, at hann var raktur av kyksilvur eitran, tí hann var áhaldandi troyttur og í 2019 orkaði hann ikki meira, men valdi at fara burtur úr hesum heimi. Merkisvert er annars, hvussu fótbóltsílegurnar hava ferðast frá abbanum, Harald, gjøgnum pápan, Ørjan, og víðari til sonin, Patrick Berg, sum júst er seldur til franska felagið Lens. Allir hava spælt við Bodø/Glimt, men allir hava eisini umboðað Norra á A-landsliðnum. Enn eitt merkisvert bragd.

Í 2003 bjóðaði Bodø/Glimt aftur teimum stóru av undir leiðslu av Øystein Gåre, tá teir endaðu sum tveyarar bæði í lands- og steypakapping aftan fyri Rosenborg. Í steypafinaluni stóðu beiggjarnir Ørjan og Runar Berg yvir av hvørjum øðrum. Ørjan vann við Rosenborg. Felagið flutti kortini niðuraftur í 2005 eftir tólv ár í bestu deildini og hevði síðani eina jo-jo tilveru fram til 2017, tá liðið flutti upp aftur í Eliteserien, sum besta norska deildin nú kallast.

Kappingarárið 2015 var rættiliga løgið. Annað árið á rað spældi Bodø/Glimt í fremstu røð, men byrjanin var vanlukkulig, tí liðið fekk ikki stig fyrr enn í 4. umfari og umfarið eftir tapti tað fyri níggju monnum hjá Haugesund. Vend kom kortini í, tá teir vunnu á Tromsø í 9. umfari og teir endaðu eisini á 9. plássi. Sostatt kundi felagið hátíðarhalda 100-ári millum tey bestu.

Undir leiðslu av Kjetil Knutsen hevur felagið havt støðuga framgongd og hevur vunnið norska meistaraheitið í 2020 og 2021. Millum stóru sigrarnar standa ávikavist 6-1 sigurin á italska AS Roma í bólkaspælinum í UEFA Europa Conference League og 2-1 sigurin á sama mótstøðuliði í fjórðingsfinaluni í somu kapping. Tað sigur nakað um breiddina í hópinum, at bert 4 leikarar, sum byrjaðu fyrra dystin, vóru í byrjanaruppstilingini í seinna sigrinum. Heiðrarnir hava eisini regnað oman á venjarin, sum hevur verið kosin ársins norski venjari í 2019, 2020 og 2021.

Fyrr leið felagið av, at teir bestu sum t.d. Ørjan Berg, Runar Berg og Jahn Ivar “Mini” Jakobsen fluttu til bestu norsku feløgini (serliga Rosenborg), men nú er tað útlendsk ævintýr, sum toga í teir bestu leikararnir.

 

 

 

Harleyfacadeacryl