Fyrrapartin í dag varð sáttmálið við arbeiðstakaran undirskrivaður, og verður farið undir arbeiðið at gera bátahylin lidnan beinavegin. Articon er arbeiðstakari og LBF er ráðgevið í hesi verkætlanini, sum væntast liðug longu í desember í ár.
Útbyggingin av bátahylinum í Árnafirði er eitt mál, sum farið var undir í 70 inum, men sum ongantíð er komið á mál.
Í 2021 varð ferð veruliga sett aftur á málið, og tá varð avtala eisini gjørd við Landsverk um tunnilsgrót frá tunlinum norður um fjall.
Mettur kostnaður við grótinum er 11,5 mió. kr.



