Á Summartónum 2022 fer Aldubáran at hava tríggjar konsertir við tónleiki fyri blásarar, harav ein verður í Christianskirkjuni mánakvøldið, 25.juli kl. 19.30.
Á skránni er kenda oktettin fyri blásarar eftir Igor Stravinsky, sum varð skrivað í París í 1923.
Eisini verður verkið Brellbitin eftir Magnusi Johannesen spælt, umframt tvey nýskrivað verk eftir ávíkavist Jón Festirstein og Páll Sólstein.



