Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikukvøldið skal KÍ til sveinaroynd

Norðlýsið

Mikukvøldið kl. 19 er sannur lagnudystur hjá besta mansliðnum hjá KÍ, tí úrslitið av hesum dystinum fer í stóran mun at gera av, hvussu væleydnað kappingarárið 2022 verður

Tað er ikki frítt, at tað byrjar at síggjast í býarrúminum, at ein serliga týðandi dystur nærkast.

ki.fo skrivar, at eftir ein 0-0 javnleik í Montenegro, eru KÍ til reiðar at bjóða mótstøðuni til Klaksvíkar.

Mótstøðan er montenegrinski meistarin úr FK Sutjeska. Evropeisku sigrarnir eru bert tríggir í tali, sigast kann tí at KÍ hevur størri søgu í evropeiskum fótbólti.

Í Montenegro byrjaði heimliga kappingin um vikuskifti, har Sutjeska einans megnaði at vinna sær eitt stig á útivølli ímóti einum uppflytara.

Fyrri dysturin millum Sutjeska og KÍ var nakað darvaður av taktiskum uppleggi, har serliga klaksvíkingar fóru varliga til uppgávuna. Tað eydnaðist væl, tí við javnleiki kann KÍ nú spæla seg víðari í kappingini á heimavølli frammanfyri Bláu Bylgjuni.

Ein sigur er eitt krav, um KÍ skal halda lív í vónini um eitt evropeiskt bólkaspæl, sum KÍ hevur sett sum málsetning. Taparin er liðugur í Evropa á hesum sinni. Vinnarin skal hinvegin spæla í triðju rundu av Conference League kvalifikatiónini, har mest sannlíkt meistarin í Kosovo bíðar.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19 og atgongumerki kunnu keypast á ki.fo.