Í gjár var Smalakórinn – eitt manskór úr Íslandi á vitjan í Klaksvík.
Hetta vóru 12 bøndur uttanfyri Reykjavíkaleiðina og onkrir úr Kópavogi eisini. Teir sungu væl fosturlandssangir og kærleiksvísur, og áhoyrarnir hugnaðu sær, eins og teir kvittaðu við lógvabretum.
Teir sungu fyri búfólkunum í Sambýlinum á Heygnum og so eisini á torginum í Biskupstorgi. Eitt av løgunum slapp eg at syngja við til, Þú álfu vorrar yngsta land, sum eg havi sungið við ymisk høvi – eisini saman við Fóst Bræðrum. Tað var hugaligt, minti um góðar gamlar dagar og lætti um.
Ein teirra, Gísli Jóhansson, sum aldi rósur, fregnaðist eftir Óla Heinesen. Tá ið eg spurdi hvussu teir kendust, greiddi hann frá, at foreldur hansara høvdu í síni tíð lisið í Danmark.
Tey vóru komin í samband við foreldrini hjá Helle Heinesen og gjørdust góðir vinir. Men ólukkutíð doyðu tey bæði av vannlukku. Foreldrini hjá Gísla høvdu tí tikið Helle til fosturs, so tí kendi Gísli sjálvandi væl bæði Helle og Óla.
Bøndurnir hildu Klaksvík vera ”fallegan stað”, og teir hildu her var so nógv liðugt gjørt, sum teir kundu lært meria av í Ísland. Sjálvandi er ein partur av miðnýnum enn eitt byggipláss, men har var so nógv at fegnast um á hesum vakra stað, hildu teir.
Smalakórið, sum kann hava heitið Hirðakórið á føroyskum, setti lív í bæði í Sambýlinum á Heygnum og á Biskupstorgi.
Teir verða eisini at hoyra á Ólavsøku































