Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fær Klaksvíkingur ella Norðingur síðsta orðið?

Jákup Ósá

Í dag verður ólavsøkuróðurin.

Fípan Fagra við gentum og Páll Fangi við monnum skulu royna at gera slætt borð við 7. sigrinum í dag á ólavsøku. Hjá Páll Fanga er tó spenningur, tí hann hevur tvey gul kort, og fær hann gult kort í dag, so fær hann einki stig.

Hjá 10-mannaførum hevur Klaksvíkingur næstan vunnið FM. Hann skal bara koma á mál uttan at blíva kolldømdur. Men ólavsøkusigurin hevur sera stóran týdning vita vit av royndum. Norðingur vann á norðoyastevnu og flestu stevnurnar hevur tað verið hørð kapping. Teinurin á ólavsøku er styttri, og tað kann gera kappingina enn meira spennandi.

Í dag fæst at vita, hvør fær síðsta orðið at siga í kappróðrinum í ár.