Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Finalan í ársins Meistaradeild í pool

Dávur Winther

Í morgin, fríggjadag kl 17, verður finalan í ársins Meistaradeild í pool, sum er hildin í Landskrona.

Fyri góðum hálvum ári síðani varð Meistaradeildin í einstaklingakapping í pool sett í gongd – og nú verður meistarin fyri 2022 funnin.

Tað eru Ólavur Kjølbro og César Hora, sum kappast um meistaraheitið. César gjørdist nummar 2 í einstaklingakappingini í fjør. Ólavur er við fyri fyrstu ferð í ár.

Edmund á Borg Ferber spældi seg til 3. plássið í ársins kapping, tá semi-finalurnar vóru 28. juni.

Finalan byrjar kl 17.00

Áskoðarar eru vælkomnir.

 

 

Harleyfacadeacryl