Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ kvinnurnar 8 stig frammanfyri nr. 2

Oliver Joensen

Á Djúpumýru í dag, leiktu KÍ kvinnur og Ebs/Skála dyst í landskappingini. KÍ liðið sá sterkari út í verjuni og á miðvøllinum, men frammi í oddinum restaði neyvleikin. Tó vunnu okkara kvinnur ein sera tryggan 3-0 sigur.

Tað var Sanna Svarvadal, sum opnaði festina við einum framúr langskoti upp undir stongina á Ebs/Skála málinum uttan møguleika hjá málmanninum. Anna málið fekk Tóra Mohr og triðja málið setti Tórun Højgaard Joensen í netið í seinastu sekundunum á dystinum.

Kvinnuliðini hava leikt 16 dystir hvør. Stigatalvan vísir at KÍ hevur 39 stig, NSÍ 31 stig, HB 31 stig, Ebs/Skála 23 stig, B36 21 stig, 07 Vestur 20 stig, Víkingur 18 stig og aftast er TB/Fcs/Royn við ongum stigi.