Rørsla og umhvørvi fastur táttur í Valskúlanum
Hósdagar er rørsla og umhvørvi fastur táttur í Valskúlanum, og í dag var ein sokallaður mini-trídystur á skránni.
Ein trídystur er 3 ítróttargreinar í einum, har byrjað verður við havsvimjing, síðani súkkling og til seinast renning.
Av praktiskum ávum varð í dag tó runnið fyrst, síðani súkklað og til seinast svomið.
Ein frálíkur dagur við hugaligum og røskum næmingum.














