KÍ vann og kappingarneytin setti stig til. KÍ er nú sera nær FM nr. 20.
KÍ hevur síðani summarsteðgin verið langt frá sínum besta og hetta bleiv aftur staðfest í dag á Skála. Hóast Skála er botnlið, so bleiv talan um ein javnan dyst, har KÍ samanlagt var omaná, men har Skála trýsti síðstu løtuna og tá kundi havt javnað, tí bæði tvørstong og stórbjarging frá KÍ-málverjanum máttu til fyri at halda Skála frá at skora. Men KÍ yvirlivdi trýstið frá Skála og vann 1-0. Og hóast tað ikki hevur verið sannførandi og sigrarnir eru við færri málum eftir summarsteðgin, so koma sigrarnir framvegis til høldar hjá KÍ við undantaki av dystinum móti B36. Tí sást tað ikki á stigatalvuni, at KÍ-avrikini eru langt frá toppstignum.
Kappingarneytin hjá KÍ setti stig til í dag. Víkingur spældi javnt móti 07 Vestur. KÍ er níggju stig frammanfyri Víking og 18 stig eru eftir at spæla um. Tað merkir, at KÍ skal hava í mesta lagi 10 stig afturat fyri at vinna FM. KÍ spælir sunnudagin toppdyst móti Víkingi í Sarpugerði, men fyrst er fyrra hálvfinalan á skránni móti 07 Vestur í Sørvági mikukvøldið.



