Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hugnaligar stovukonsertir

Jóhann Lützen

Ì næstum verða nakrar hugnaligar stovukonsertir við Herborg Torkilsdóttir og ymiskum øðrum sangskrivarum. Herborg sigur, at hon ofta verður spurd um søguna handan tekstin, og hugsanin við hesum konsertum er, at tað skal verða ein blandingur millum sang og frásagnir. Hvat var hugsanin handan lagið? Eru tað veruligar hendingar ella bert droymandi hugaflog?

Herborg er farin í samgongu við royndar og kendar sangskrivarar í Føroyum, og tær fyrstu konsertirnar eru komnar í kalendaran.

Lagt verður út við Herborg og Holgari Jacobsen, leygarkvøldið tann 24.sept., heima í stovuni hjá Holgari og Eriku í Sørvági. 

Næsta konsertin verður við Herborg og vísusangarnum Sámal Ravnsfjall, leygarkvøldið tann 1.okt., heima í stovuni hjá Herborg og Carsten í Havn. 

Konsertirnar koma at vara umleið 2 tímar, og kaffi/te og kaka er sjálvandi við í prísinum.

At tí, at tað eru stovukonsertur í privatum heimum, er sjálvandi avmarka, hvussu nógv atgongumerki eru tll sølu, men tað er eisini tað, sum ger hesar konsertirnar serliga hugnaligar, sigur Herborg- Vit koma hvørjum øðrum við á ein annan hátt.