Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, var í Klaksvík við tvinnanda ørindum. Bæði fyri at seta renoveringina av Gula Húsinum í gongd, og eisini fyri at venda møguleikanum fyri at gera eitt nýtt røktarheim í Klaksvík við býráðið
Røktarheim eru kommunalar uppgávur, men landsstýrismaðurin er uppií, tí ætlanin er, at Klaksvíkar Sjúkrahús, ið sorterar undir Landsstýrinum, skal fáa hølini hjá tí núverandi røktarheiminum, ið er bygt saman við Klaksvíkar Sjúkrahús. Hølini skulu bæði brúkast til at fáa betri pláss til sjúklingar her norðuri frá, men ætlanin er eisini at kunna senda sjúklingar av Landssjúkrahúsinum og norður, soleiðis sum tað passar við viðgerðirnar.
– ”Hetta er ein spennandi verkætlan, vit eru í gongd við”, sigur Kaj Leo, og heldur fram: ”Tá ið eldraøkið varð lagt út, duttu tvey røktarheim líkasum niðurímillum, og tað vóru tey bæði á Tvøroyri og í Klaksvík. Ein loysn er fyri tað á Tvøroyri í samstarvi við Tvøroyrar Býráð, og Kaj Leo Johannesen sær fyri sær at brúka somu loysn á bæði Tvøroyri og í Klaksvík. Loysnin gongur út uppá, at kommunurnar fáa pening frá landinum afturfyri at røktarheimini flyta út og geva sjúkrahúsunum karmarnar.
Talan er um 28 pláss, ið kunnu fáast burturúr hesum. Kaj Leo er varin, tí prísirnir eru farnir langt upp, men metir varisliga, at eitt nýtt røktarheim fer at kosta millum 80 og 120 milliónir. Tað er tó Klaksvíkar Kommuna, ið avger tað. Parturin hjá landinum er gjaldið fyri, at sjúkrahúsið yvirtekur gomlu hølini. Kaj Leo sigur, at málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi, og at politikarar sum heild eru positivir yvirfyri at játta tað.
Kommunurnar avgera, nær byggingin fer í gongd, men Kaj Leo ætlar at fáa avtalurnar í lag fyrst í komandi ári, 2023. Tørvurin á meira plássi er meira akuttur í Klaksvík enn á Tvøroyri, leggur hann afturat. Prísurin er ikki avtalaður enn, men eitt boð kundi verið 20 mió. frá landinum. Tað verður vanliga roknað pr. búfólk, sigur Kaj Leo
Borgarstjórin váttar ætlaninar
Norðlýsið hevur vent sær til Karl Johansen, borgarstjóra, um hetta, ið landsstýrismaðurin leggur fyri dagin. Hann sigur tað vera púra rætt, sum landsstýrismaðurin sigur. Klaksvíkar Sjúkrahús eigur bygningin, sum røktarheimið, ið er kommunalt, húsast í. Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur tørv á nýggjum plássum, eins og sjúkrahúsið hevur tørv á fleiri plássum. Sjúkrahúsið hevur longu sæð seg noytt til at taka partar av røktarheimsbygninginum í nýtslu til sínar sjúklingar, og tað er uttan iva hetta, landsstýrismaðurin meinar við, tá hann sigur hølistørvin hjá sjúkrahúsinum vera akuttan.
Hetta kann Klaksvíkar Sjúkrahús gera, tí sjúkrahúsið longu í dag eigur bygningin, men sum røktarheimið húsast í og hevur húsast í síðani 1984, t.v.s. síðani langt áðrenn eldraøkið var lagt yvir á kommurnar. Samanlagt ger hetta, at Klaksvíkar Kommuna er innforstaðin við, at bú- og heimatænastan byggir nýtt, og at landsstýrið kompenserar fíggjarliga afturfyri, at Klaksvíkar Sjúkrahús yvirtekur allan bygningin.
Tað er soleiðis í sátt og semju við allar involveraðar partar, at Norðoyggjar fáa eitt nýtt røktarheim í Klaksvíkar Kommunu, og at Landskassin letur lutvísa fígging afturímóti, at Klaksvíkar Sjúkrahús undir landinum yvirtekur verandi bygningin hjá røktarheiminum, ið er bygdur fastur í sjúkrahúsið.



