Framsókn hevur eina stutta og rættiliga greiða valskrá til fólkatingsvalið 2022. Flokkurin endurnýtir yvirskriftina frá løgtingsvalinum í 2019, “Føroyar sjálvar – heldur enn hálvar”, men boðskapurin er av nýggjari dato og hevur kríggið í eystur-Europa við.
Framsókn setir spurningin “Megnar Danmark at verja okkum, um tað skuldi gjørst neyðugt, ella verður tað NATO, ið tryggjar Føroyar og havøkið kring okkum?” og nevnir síðani, at Føroyar og Danmark hava ikki altíð somu áhugamál í altjóða samfelagnum og verandi støða ger, at Føroyar aftur og aftur renna seg í avbjóðingar á uttanríkispolitiska økinum.
Í tíðindaskrivinum, ið er sent føroysku miðlunum, skrivar Framsókn, at “Tað dregur á luftina og einki er longur, sum tað var. Kríggj er í Europa og avleiðingar av hesum, eru komnar heilt nær og spenta støðan í grannalagnum krevur føroyska støðutakan” og víðari, at “Tí bjóðar Framsókn seg fram at gera sjónligar tær ítøkiligu og afturvendandi avmarkingarnar, sum eru í verandi skipan við Danmark”.
Valskráin hjá Framsókn er í fimm punktum, ið siga, at Framsókn fer at krevja, at Føroyar fáa fult innlit í danskan trygdarpolitikk, tá talan er um Føroyar og Arktis, “so løgtingið ikki arbeiðir í blindum”, sum tey orða tað, og at tryggja, at yvirtikin málsøki, ikki kunnu takast aftur, undir teirri grundgeving at talan er um verju- og trygdarmál.
Hartil skrivar Framsókn, at tey ætla sær at kunna um føroysk sjónarmið, út frá tí grundsjónarmiði, at Føroyar ynskja at vera ein sjálvbjargin og sjálvstøðug tjóð. Flokkurin skrivar, at “Við sløkum 300.000 ferkilometrum av havøki (sum Italia til støddar), er tað júst havøkið, sum ger Danmark áhugavert millum vestanlond.”
Meira framrættað ætlar Framsókn at arbeiða miðvíst fyri at gera vart við tær forðingar, sum ikki loyva Føroyum at gerast fullgildigur limur í altjóða felagsskapum og samgongum. Til dømis Norðurlandaráðið, Arktiska Ráðið, IOC, WTO og IMO, og at enda sigur flokkurin, at hann fer at virka fyri einum virðiligum og tíðarhóskandi samstarvi við Danmark, grundgivið við, at “Føroyskir myndugleikar brúka óneyðuga orku til at tulka grundlóg og løgfrøði í altjóða viðurskiftum – alt orka, sum kundi verið brúkt til virðiligt samstarv”.
Tilsamans stilla 5 fólk upp fyri Framsókn til fólkatingsvalið 2022. Tey eru í alfabetiskari røð Bjarni Kárason Petersen, Hanna Jensen, Karlot Hergeirsson, Ruth Vang, ið eisini er forkvinna í flokkinum, og Súsanna Olsen.
Sí annars lýsing í blaðnum.




