Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fólkaflokkurin aftur á Fólkating

Beinir Johannesen

Til fólkatingsvalið 31. oktober bjóði eg meg fram á listanum hjá Fólkaflokkinum.

 

Hjá fleiri kann tað tykjast undarligt, at vit skulu velja tvey fólk at umboða okkum í einum parlamenti, sum er í einum øðrum landi. Tað skilji eg so sera væl.

Tó er tað soleiðis, at í hesum parlamentinum verða tiknar avgerðir, ið viðvíkja Føroyum og føroyingum.

Tí er tað týdningarmikið, at vit hava eina sterka rødd á Fólkatingi, ið talar okkara søk. Tað vilja eg og Fólkaflokkurin at vera fyri Føroyar og føroyingar.

Fái eg tykkara álit, so vil eg:

– Betra um umstøðurnar hjá føroyingum, sum skulu í samband við danskar myndugleikar í gerandisdegnum
– Betra um umstøðurnar hjá føroyingum, ið fara til Danmarkar í lestrar- og tit sjúkraørindum.
– Virka fyri, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO, olympisku nevndini og øðrum felagsskapum
– Slóða fyri yvirtøkum av t.d. íleggingargrunninum og loftrúminum, og at Føroyar fáa betri handilssambond úti í heimi.

Eg hevði verið fegin um, at eg og Fólkaflokkurin fingu álit frá tykkum at umboða Føroyar á Fólkatingi.

 

 

Harleywoodpaint