Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tórfríð Larsen í Ribarhúsi

Jóhann Lützen

Listaframsýning verður í Ribarhús í Fuglafirði 19.okt til 14.nov. Tórfríð Larsen sýnir fram.

Tórfríð Larsen, er úr Klaksvík og er 22 árgomul og nýfuglfirðingur. Fernisering verður mikudagin 19. oktober kl. 17. Sýningin heldur fram til 14. november, 

Tórfríð sigur:
At mála og at vera kreativ hevur altíð verið ein partur av mínum lívið. Mamma mín hevur mála nógv og hevur gingið á kvøldskúla hjá Archibald har eg onkuntíð slapp við sum smágenta, og seinni havi eg sjálv gingið á kvøldskúla hjá honum.

Aftaná fólkaskúla fór eg á hugbreyt á Kambsdali og bleiv studentur í 2020. Í januar 2022 valdi eg at fara niður á ein listaháskúla har eg valdi linjuna arkitektur og design og bleiv eg liðug í juni 2022, í dag gangi eg á Hárbreyt á Glasir.
 
Tað var ikki fyrr enn í 2020 at eg av álvara byrjaði at mála og hugurin kom aftur.
Mær dámar væl at mála detaljera og eisini dámar mær væl at gera okkurt annarleiðis. Eg fáist mest við akryl máling, men dámi eisini at tekna blýantstekningar.
 
Til stuttleikar kann eg nevna at Amariel Norðoy var ommubeiggi mín 
 
 
Framsýningin verður opin mánad- fr.dagar 15:00-17:30 og leygardagar 11-13
 

Harleyfacadeacryl