FM-venjarin, Regin Høgnesen, greiðir frá, hví KÍ var besta liðið í ár og hví KÍ vann FM-finaluna.
Um FM-finaluna í Runavík, sum KÍ vann 1-0, sigur høvuðsvenjarin, Regin Høgnesen, soleiðis.
– Eg helt, at fyrri hálvleikur var býttur í tveir partar, har okkara vóru betri fyrra partin av fyrra hálvleiki, men hinir vóru so betri seinna partin. Annars helt eg, at vit vóru omanfyri fysiskt og vóru betri fyri við bóltinum. Men tað mest avgerandi var deyðbóltarnir. Mest tey longu innkøstini sum vóru ein stór hóttan gjøgnum allan dystin. Eisini vildu okkara leikarar tað meir. Hinir vildu meir ein 0-0, tí tað gjørdi, at teir vunnu FM. Hetta endaði við, at teir gjørdust for passivir, meðan okkara blivu heitari og heitari, har tað bleiv ein spurningur um tíð, nær vit fingu hol á, sigur Regin Høgnesen við Norðlýsið.
Tí vann KÍ FM
Vit spurdu eisini Regin, hví KÍ stendur eftir sum besta U21-liðið í Føroyum.
– Grundin til, at KÍ stendur sum FM vinnarar í U21 er, at vit hava havt eitt alvorliga gott samanhald í ár. Eisini hava vit nakrar góðar leikarar, sum hava verið raskir og seriøsir, tá dystir hava verið. Men høvusfaktorurin er, at vit hava havt tað alvorliga skeg, ímeðan vit hava spælt allar dystirnar, eisini teir, ið vit hava tapt. So tað at byggja eitt lið upp við einum góðum samanhaldi og góðum liðanda, so er tað bara spurningur um tíð, nær tað gevur úrslit, sigur Regin Høgnesen við Norðlýsið.
Hetta er 9. ferð, at KÍ vinnur FM hjá U21/U18/unglingum.





