(Úr Norðlýsinum)
– Tað verður fantastiskt at fáa møguleika at móttaka steypið á heimavølli og fejra dagin saman við øllum Norðoyingum mitt í hjartanum hjá KÍ, sigur KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen undan síðsta umfarinum leygardagin, tá hann á triðja sinni tekur ímóti FM-steypinum í bestu deildini.
Leygardagin endar landskappingin 2022. KÍ spælir á heimavølli móti Skála, sum endar aftast í kappingini. Liðini spæla vanliga annaðhvørt ár á heimavølli síðsta umfar og bæði í 2019 og 2021 passaði tað soleiðis, at KÍ fekk FM-steypið handað á útivølli. Men soleiðis verður ikki í ár.
Ein FM-veitsla við Djúpumýrar
Tað verður ein sonn FM-veitsla við Djúpumýru og KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen vónar at síggja nógv KÍ-viðhaldsfólk.
– Tað verður fantastiskt at fáa møguleika at móttaka steypið á heimavølli og fejra dagin saman við øllum Norðoyingum mitt í hjartanum hjá KÍ. Tí vóna vit at mong viðhaldsfólk koma at njóta ein ordiligan FM gull dag saman við okkum við Djúpumýru. Vit kunnu vænta okkum eitt álopsinnað KÍ lið, har vit eru uppsettir uppá at enda hetta kappingarárið væl, sigur Jákup B. Andreasen við Norðlýsið undan dystinum.
Dysturin millum KÍ-Skála byrjar kl. 15.15.


