Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stroymdur fundur um loftrúmið

Norðoya Tjóðveldisfelag

Nógv er sagt um loftrúmið, men nú skal fakta á borðið. Hvør brúkar loftrúmið yvir okkum? Hvør hevur eftirlit við hesum? Hvat krevst til at yvirtaka loftrúmið, og hvat fáa vit burturúr tí?

Flestu flokkar siga seg vera fyri at yvirtaka loftrúmið, so nú er lagaliga løtan at gera tað.

Norðoya Tjóðveldisfelag skipar fyri einum stroymingstiltaki mikukvøldið 26. oktobur kl 19, har Beinta Løwe, Rógvi Nybo og Bergdís Ester Gisladóttir leggja tøl á borðið, og koma við fakta um loftrúmið.

Tit kunnu senda spurningar til facebook síðuna, sum eitur ‘Norðoya Tjóðveldisfelag’, ella sum sms boð til tlf 260678, sum politikararnir síðani kunnu svara uppá.

Fundurin sæst her: https://youtu.be/TWv-PosaaCk

Hóskvøldið 27. oktobur skipar Norðoya Tjóðveldisfelag fyri hugnakvøldi í gamla sjómansskúlanum í Klaksvík. Har verður eisini høvi at práta víðari um loftrúmið og tað sum var lagt fram í fundinum í kvøld. Dyrnar lata upp kl 18, og har verður suppa og ein góður drekkamuður at fáa.

Harleyfacadeacryl