Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eli Smith við Havnará

Jóhann Lützen

Hósdagin 27. oktober kl.16 hevur Eli Smith fernisering í Gallarí Havnará.

Eli Smith er listamaður føddur í Havn í 1955. Hann flytir seg fram í síni leitandi tilgongd til listina. Hetta gevur eina støðuga menning, bæði innan tilfar og útrykk.

Seinastu 20 árini hevur Eli beinleiðis brúkt náttúruna sum sína palett. Hann málar fyri ein part við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari. Hetta kallar hann grótmálningar, og á framsýningini í Gallarí Havnará vera tað júst grótmálingar.

Temaðið er listamanninum so líkt, náttúruhugmyndir. Skapanarverkið fyllir nógv í listini hjá Eli, og myndaevnini eru sum heild ekspressionistisk landsløg.

Framsýningin er opin fram til 2. november kl. 16-18.

Tá framsýningin letur upp framføra Kristina á Váli (cello) og Ingmar Berg Mikkelsen ( keyboard ) 2 løg

 

Harleyfacadeacryl