Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ognarhagin í Kvívík

Fyriskipararnir

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku.

 

Fimm hagapartar luttóku. Sýnarar vóru Kjeld, Arnjohn og Tórður. Í alt vóru 50 veðragjólingar og 6 veðrar sýndir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3. Bestu hagar nr. 1, 2, og 3. Besta veturgamla veðr. 1, 2, og 3. Besta eldri veðr. 1, 2, og 3.

Bestu veðragjólingar

1. Eigari Øssur Andressen,Frammi hagi

2. Eigari Magnus Magnussen, Frammi hagi

3. Eigari Øssur Andreassen, Frammi hagi

 

Bestu hagar

1.   Frammi í haga við 18,70 stigum í miðal

2.   Norði hagi 15,70 stigum í miðal

3.   Útihagi 15,33 stigum í miðal

 

Besti veturgamli veðrur

1. Eigari Øssur Andreassen, Frammi haga

 

Besti eldri veðrur

1.   Eigari Øssur Andreassen, Frammi haga

Vit vilja eisini fegin takka tykkum øllum, sum komu niðan í seyðahúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári.

 

Vinarliga

Fyriskipararnir