Í morgun bar in.fo tíðindini um, at føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, gevst í íslendska fótbóltsfelagnum KR.
Fyri góðum mánaði síðani, gjørdist Hallur Hansson illa skaddur í knænum, og hóast hann longu er skurðviðgjørdur, kann tað taka heilt upp í eitt ár, áðrenn hann aftur kann spæla fótbólt.
Áðrenn Hallur Hansson flutti til Íslands, gingu nógvar søgur um, at hann møguliga skuldi skriva sáttmála við KÍ. Hetta gjørdist tó av ongum, og nú Hallur ikki eru tøkur at spæla komandi árið, er heldur ikki greitt, hvar fótbóltsframtíðin hjá landsliðsspælaranum verður.
Hallur Hansson hevur umboðað Horsens og Vejle uttanlada, áðrenn hann í februar í ár flutti til Íslands og KR Reykjavík.
Hallur Hansson hevur seinastu árini verið liðformaður á landsliðnum, har hann hevur verið 72 ferðir og hevur skorað fimm mál.




