Talan er um royndan venjara, ið hevur verið venjari í Føroyum síðstu árini.
Í síðstu viku samdust Team Klaksvík og Heini Hanusarson um at fara hvør til sítt. Nú hevur Team Klaksvík sett nýggjan venjara. Talan er um 52 ára gamla Borche Markovski, ið er úr Norður Makedonia. Talan er um fakliga sterkan venjara, sum er Master Coach Licence frá EHF og hevur útbúgving innan Physical Sport and Health.Hann hevur síðstu árini verið venjari hjá StÍF og nú síðstu tíðina sum høvuðsungdómsvenjari í ÍA. Team Klaksvík ynskir at takka ÍA fyri, at møguligt hevur verið at fingið hesa avtaluna í lag.
Team Klaksvík liggur triðaftast í deildini við tveimum stigum fyri fýra dystir.
Dagført kl. 09.34



