Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allahalganna sunnudagur

Jóhann Lützen

Allahalganna sunnudagur er ein sermerktur dagur í kirkjuárinum. Vit steðga á og minnast tey, ið farin eru í kirkjusóknini síðani seinasta allahalgannadag, nøvnini verða lisin upp.

 

Í Christianskirkjuni verður gudstænasta kl.11.00 við Øssur Kjølbro, presti. Arcodrós strúkarabólkur spælir, talvan gongur fyri bíbliufelagi, og tað verður altargongd.

Í Árnafirði verður gudstænasta kl.11.00. Hanus á Gørðum, prestur, prædikar.

 í Kunoyar kirkju verður gudstænasta kl.12.00 við Hanusi á Gørðum, presti, og ein trio kemur at syngja. Eisini verður altargongd.