Bjóða verður til drekkamun í gomlu handilshølunum hjá Kjølbro á Biskupstø, har Norðoya kunningarstova helt til fyri kortum
Í samband við at hakin verður settur í fyri bygging av nýggjum húsarhaldsskúla á Biskupsstøð í dag kl. 14.30 er ein lítil broyting í skránni til hátíðarhaldið upplýsir Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Fyrsti parturin av haldinum verður við kappróðrarneystið og síðani verður farið inn í hølini har Norðoya Kunnigarstova hevði sítt virksemi.
Skráin:
- Jóhanna á Tjaldrafløtti bjóðar vælkomin, ber fram røðu og setur hakan í
- Bjóða verður til drekkamun í gomlu handilshølunum hjá Kjølbro á Biskupstø, har Norðoya kunningarstova helt til fyri kortum
- Svend Siverstsen arkitektur frá Fuglark greiður frá verkætlanini
- Karl H. Johansen ber fram røðu



