Í fyrispurningi til landsstýrismannin í heilsumálum spyr Eyðgunn Samuelsen, hví Norðoyggjar ikki eru umboðaðar í nýggja Sjúklingaráðnum.
Eyðgunn skrivar:
Í farna mánað valdi landsstýrismaðurin Sjúklingaráðið av nýggjum. Kunngerðin sigur greitt, at landsstýrismaðurin skal velja limir eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum.
Tey valdu eru avgjørt skikkað sum limir í Sjúklingaráðnum. Men tað eru eisini onnur sjúklingafeløg við limum, sum ikki eru umboðað í ráðnum. Hesi feløgini umboða fólk við somatiskum sjúkum, sum í stóran mun verða viðgjørd á sjúkrahúsunum, eitt nú hjartasjúkur og diabetessjúkur.
Haraftrat sær út til, at summi landafrøðilig øki, eitt nú Norðoyggjar, ikki eru umboðað í ráðnum. Landsstýrismaðurin verður tí biðin um at greiða frá, hví so er.



