Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hesi avgera lagnuna hjá samgonguni

Jóhann Lützen

Floksstjórnin hjá Miðflokkinum fer á fundi seinnapartin at taka støðu til framtíðina hjá samgonguni.

Tað verða hesi, sum seinni í dag skulu avgera lagnuna hjá samgonguni, tá floksstjórnin hjá Miðflokkinum hittist á fundi kl. 14. Hvørki Bill Justinussen ella Stefan Klein Olsen eru limir.

Rani Skaalum, floksstjórnarformaður
Dánjal av Rana, skrivari
Jenis av Rana, peningarøkil
Rósa Tyril Gaardlykke, limur
Fimmbogi Poulsen, limur
Aksel K. Berg, limur vegna Ung fyri Miðflokkin
Leif Høj, limur

Áhugavert er, at sonur formannin, Dánjal av Rana er skrivari í floksstjórnini og at Jenis sjálvur er peningarøkil. Teir hava sannlíkt somu støðu í málinum. Róosa Tyril Gaardlykke hevur verið ósamd í útsagnunum hjá Jenisi av Rana og segði í almennum skrivi í síðstu viku soleiðis:

– Eg havi heitt á formannin um at gera greitt fyri almenninginum, at tað ikki er hetta hann ynskir, men hann noktaði – tí kenni eg meg noydda sjálv at melda út, at hatta er ikki nakað, ið allur flokkurin stendur aftanfyri.

Myndina eigur Bjarni Árting Rubeksen, KVF