Janus Hansen, sum býr í Gerðum í Klaksvík, hevur verið sera virkin at avmyndað ymiskt við Borðoyarvík, eina tíð var tað mest “skortar”, ið hann dugdi at síggja har fáur annar dugdi at síggja teir áðrenn hann hevði avmynda teir úti í náttúruni.
Seinni árini hevur hann verið virkin á facebook í “Fuglar í Føroyum” har hann tíðum hevur avmyndað fuglameingið ið heldur til á Borðoyarvík, úti í grøv og annars í hansara nærumhvørvi.
Fyri einum góðum ári síðani byrjaði hann at fóðra æðurnar á Flesjum á Borðoyarvík. Æðurnar eru nú vorðnar so tamar, at onkrar av teimum eta úr hondum hansara, eisini æðublikar.
Við Norðlýsið sigur hann, at tá hann kemur niðan á Flesjar við plastposa í hond, so koma æðurnar skundandi, eisini langvegis frá og vænta sær at eta. Um eingin æða er við lendingina har, so plagi eg at gera eitt bríksl, so koma tær beinan vegin.
Var fyri eini stuttligari hending ein dagin, sigur Janus. Tá kom eg á súkklu míni av Grøv eftir gøtuni har. Komin heim ímóti seyðhúsinum á Hellisenda, sá eg at æðurnar vóru á veg frá Hellisenda og út eftir. Til stuttleika gjørdi eg eitt bríksl og beinan vegin vendu tær og settu kósina ímóti lendingini á Flesjum.
Í dag vóru vit við, tá Janus gav æðunum. Janus segði, at æðurnar vóru tamari enn nógvur annar fuglur har á leið, starar, grælingar, títtlingar, spurvar, krákur og entur bíðaðu sum oftast til hann var liðugur at geva, tá komu hesir til og ótu tað, ið eftir lá.
Um hvussu stórur æðuflokkurin er, sigur Janus, at hann ein dagin taldi tær til at vera 42 sum komu tætt til hansara.





























