Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Handil hjá Kjølbro á Stongunum í 36 ár

Jákup Andreasen

Her eru teir farnir í holt við at ríva handilin niður hjá Kjølbro á Stongunum, sum varð bygdur úti í sjónum niðanfyri turkaríið í 1931. Hetta var í nógv ár tann størsti handil hjá kjølbro fyritøkuni, har mangt og hvat var at fáa. Omanfyri í tí norðara endanum minnist eg, at Havnar-Palli seldi máling og tílíkt.

 

Handilin á Stongunum gav helst hall, og tí var hann nakað av tí fyrsta, sum Svend Thulesen stongdi, eftir at hann var blivin stjóri í fyritøkuni. Í 1967 var lykilin í handlinum snaraður um, og eftir tað varð handilin brúktur til goymslu í nøkur ár, til hann var rivin niður í 1986.

Eg minnist, at Hans Jakku Rasmussen hjá Rasmus í Fugloy koyrdi vørur út fyri handilin, og hann var altíð fittur við okkum smádrongir, og lovaði okkum at koyra við sær tveir í senn. Tá brúkti ongin bilbelti, og eg ivist í, um nøkur bilbelti vóru í bilunum tá. Men einaferð mundi enda galið, tá Hans Jakku koyrir oman eftir vegnum norðanfyri handilin hjá Olaf á Stongunum, og snarar í svinginum norður eftir kaiini. Tá fer hurðin á bilinum upp, og eg, sum siti uttast, hangi í hurðini hálvur útav kaikantinum. Tá fekk eg ein hvøkk, men tíbetur hendi ongin skaði.

Einaferð tá eg var um skúlaaldur, var Lilla omma á Húsum og ferðaðist hjá okkum í Klaksvík. Omma var ógvuliga gávumild, og hon hevði givið mær pengar, og biði meg fara oman á Stengurnar at keypa mær eina øl. Sjálvandi meinti hon við eina maltøl. Eg fari so oman í handilin og sigi, at eg skal keypa eina øl. Gentan innanfyri diskin kundi onki vita, og kemur aftur og gevur mær eina pilsnarøl. Eg tordi onki at siga, men fór lippandi niðan aftur á garðar við pilsnarølini. Eg minnist ikki, hvussu hetta endaði, men eg haldi, at onkur fór oman aftur í handilin og fekk ølini býtta um við eina maltøl.

Annars havi eg nógv góð minni frá tí tíðini, tá eg rakti línu og egndi niðri á Stongunum