Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Uni Rasmussen bjóðar seg fram aftur til løgtingsvalið

Uni Rasmussen

Nú er val útskrivað og tit veljarar skulu taka støðu til, hvør skal umboða tykkum á løgtingi tey komandi árini. Eg havi verið sera takksamur fyri tað álit, sum eg fekk fyri trimum árum síðani at umboða tykkum á Føroya løgtingi. Fyrr í ár fekk eg heldur óvæntað í boði at gerast landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hendan tíðin hevur verið ógvuliga lærurík og hevur givið mær royndir og mót uppá at fremja enn meira í verki, til frama fyri land og fólk.

Hóast tíðin til tíðir hevur verið buldraslig, so hevur hendan samgongan fingið nógv gott burturúr, bæði á vinnuliga økinum, men eisini á teimum bleytu økjunum og útbyggingum av samferðslukervinum. Vit hava millum annað fingið hetta gjørt:

·      Fiskivinnunýskipan, sum hevur øgt íløguhugin. Nógv nýggj skip verða bygd, sum tryggjar framhaldandi vøkstur og øktan kvalitet. Eisini eru nýggjar verkætlanir komnar á landi, við tilknýti til fiskivinnuna.

·      Føroysk veðurstova stovnsett

·      Fólkapensiónistar fáa meira útgoldið, og tað loysir seg betri hjá teimum at arbeiða

·      Lærlingafrádráttur settur á stovn, ið ger tað liviligari og áhugaverdari  at vera lærlingur. Vit síggja økt tal av lærlingum

·      Frádráttur til tey ið virka innan ítrótt hækkaður.

·      Nýggir tunnlar eru gjøgnumførdi og aðrir eru klárt at fara í holt við (Tunlar Norður um fjall, Dalstunnilin og Fámjinstunnilin

·      Almannaøki er uppraðfest. Gongd er komið á byggja sambýli á Mýrini í Hoyvík til fólk við menningartarni, heim til børn og ung við autismu, sambýlið í Reynstúni við 18 búeindum til fólk við menningartarni og fjølbreki v.m.

·      Sjúkrahúsverkið er uppraðfest, við fleiri viðgerðum, fleiri bíðilistar eru styttir.

·      Ábøtir á øllum trimum sjúkrahúsunum

·      Barsilsfarloyvið longt, so tað nú er 52 vikur

·      Ein flokkur aftrat av sjúkrarøktarfrøðingum

Umframt nógv annað.

 

Vit høvdu ynskt at hildið áfram, tí vit høvdu nógv góð mál liggjandi, sum vit høvdu ynskt at fingið framt, her kann nevnast:

·      Øktan barnafrádrátt

·      Skattalætta

·      Hækka barsilsútgjaldið

·      Leingjan av tíðarskeiðnum fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum

·      Útbyggingar av samfelagnum

·      Og nógv annað

 

Hóast vit hava avrikað nógv hetta valskeiðið, so havi eg enn nógv mál, sum eg ynski at fáa avgreidd. Tískil bjóði eg meg fram til løgtingsvalið tann 8. desember. Komandi tíðina fari at leggja út á mína síða, hvat eg ætli mær at arbeiða fyri, um eg verði afturvaldur á løgtingi. Tit eru vælkomin at fylgja við á mínari síðu, og tit eru eisini vælkomin at seta tykkum beinleiðis í samband við meg, um tit hava spurningar.

 

Uni Rasmussen

valevni Fólkafloksins