Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðgunn vil umboða Norðoyggjar

Jóhann Lützen

Tað er ein heiður at umboða Norðoyggjar í landspolitikki. Eg eri til dystin fús og sera spent at taka eitt tørn aftrat sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Samferðslan hevur mín stóra áhuga. Ístaðin fyri at brúka orku uppá at privatisera samferðsluna skulu vit hugsa nýtt og styrkja samferðsluna munandi. Strandferðslan skal mennast til eina væl útbygda tænastu, bæði á sjógvi og landið, har tænastan er trygg og støðug við høgum týttleika. Hetta vil gagna øllum landinum, bæði í Klaksvík og útoyggjunum. Tað vil økja um møguleikan at búgva og arbeiða allastaðni kring landið og styrkja ferðavinnuna og gera tað meira liviligt á okkara útoyggjum. Tað er umráðandi at ikki alt verður miðsavnað og tí mugu vit styrkja alt landið.

 

Vit skulu styrkja útbúgvingartilboðini í Norðoyggjum við at fáa framt ætlaðu útbyggingina av Tekniska skúla, so skúlin verður ein enn sterkari depil, har tað er spennandi at lesa og læra hjá ungum úr øllum landinum.

 

Tíðirnar eru ótryggar og avbjóðingarnar eru nógvar. Ein tann størsta avbjóðingin er at loysa stóra tørvin á arbeiðsmegi, ikki minst innanfyri umsorgannarøkini. Vit mugu gera nakað við løn- og arbeiðsviðurskiftini innan hesi økir. Hetta er fortreytin fyri at vit framhaldandi hava eitt vælferðarsamfelag. Tí má henda avbjóðing loysast, og tað vil eg fegin vera við til.

 

Tað má bera til hjá teimum, ið hava hug at arbeiða fulla tíð, at gera tað. Tað má eisini verða møguligt hjá okkara frísku eldru borgarum, ið hava hug og orku til tess,  at taka eitt tak, og  fara til arbeiðis nakrar tímar, uttan at hetta verður mótroknað í pensjónini. Tí vil eg arbeiða fyri at markið fyri nær mótrokning byrjar verður hækkað til 100.000 krónur.

 

Eyðgunn Samuelsen hevur verið í landspolitikki síðan 2008. Hon hevur verið forkvinna í fíggjarnevndini, landstýriskvinna í almannamálum og fekk samtykt pensjónsnýskipanina. Hetta seinasta skeiðið hevur hon verið í formansskapinum í løgtinginum. Nú hevur hon avgjørt at hetta er seinastu ferð hon stillar upp.

 

Tað krevur áræði og royndir og virkishug at fáa framt hesar ætlanir, og tað krevur eitt sterkt lokalt umboð við nógvum royndum. Tí bjóði eg meg fram, sigur Eyðgunn Samuelsen at enda.