Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hey tit ungu

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Hey øll tit ungu, eg vendi mær til tykkum, nú tit skulu á løgtingsval – nøkur tykkara fyri fyrstu ferð. Tit eru framtíðin og skulu føra land  okkara  víðari fram á leið. Tit hava  lívsmót og  visiónir og dreymar um framtíðina. Hugsanir  og ætlanir um útbúgving, lærupláss og arbeiði.   Tað kann vera torført at velja. Nógv av tykkum ganga kanska eisini við dreymum og ætlanum  um íverksetan og stovnan av egnum virki.

 

Útbúgving og íverksetan

Tað er av ómetaliga stórum týdningi fyri eitt land, at  fólkið og serliga ungdómurin nemur sær útbúgving, hevur virkis- og íverksetarahug. At fólkið tekur útbúgvingar,  bæði bókliga og handaliga, og serliga har størsti tørvurin er. 

Tað er ikki av minni týdningi, at vit politikarar hinvegin  stuðla vinnuspírum. At vit stuðla íverksetan og skapa fyritreytirnar fyri einum  meir fjølbroyttum arbeiðsmarknaði við nýggjum arbeiðsplássum í nýggjum vinnum  –   eisini vitanartungum størvum á øllum økjum. Vit skulu skapa fortreytirnar og  menna  servitan  og fara útum landoddarnar við okkara servitan,  og tað gera vit longu. Vit hava lært aðrar tjóðir at fiska og vit hava fakfólk á ymsum serøkjum í øðrum londum. Vit skulu halda á við hesum og menna og skapa fleiri nýggj arbeiðspláss til føroyingar bæði her heima og aðrastaðni.     Føroyingar eru raskt fólk og eftirspurd arbeiðsmegi nógvastaðni. Hetta skulu vit brúka og byggja víðari á og gerast ein størri partur av alheimssamfelagnum. Vilja vit, megna vit.

 

Ágrýtni og virkishugur skal lønast, ikki revsast

Fólkaflokkurin er ein vinnuflokkur og helst  einasti flokkur á løgtingi, sum veruliga gongur høgt uppí at stuðla øllum vinnulívi og geva tí  bestu kor at virka undir. Vit eru beint tað øvugta av sosialismu, sum mest hugsar um at skatta alt og øll mest møguligt. Vit vilja stuðla íverksetan og nýggjum vinnuspírum og  geva hesum bestu kor. Tað skal loysa seg at  arbeiða og taka eitt eyka tak. Tey sum skapa framburð og arbeiðspláss skulu lønast. Tað er   ómetaliga umráðandi við einum fjøltáttaðum  arbeiðsmarknaði, so vit gerast minni sárbar yvirfyri sveiggjum í búskapinum. Vit skulu hava fleiri bein at standa á.  

Vinnulívið er grundarsteinurin undir vælferðarsamfelagnum, sum vit hava í dag, og tað er alneyðugt, at hann liggur trygt og gott. Fólkaflokkurin er einasti flokkur, sum veruliga í praksis skapar fyritreytirnar fyri einum einum burðardyggum vælferðarsamfelagið. Vit hava besta vælferðarpolitikkin. Tað hava vit víst í praksis síðstu 3 árini.

 

Maður skal smíða sær eydnuna góða

Tit ungu, tit eiga framtíðina. Gerið orðini hjá Rasmus Effersøe til tykkara. Maður skal smíða sær eydnuna góða við teim evnum, sum skaparin gav. Gerið dreymarnar til veruleika  og verið við til at byggja land. Fólkaflokkurin   skapar fyritreytirnar, og vit síggja ikki reytt, um tykkara fyritøka eydnast og vinnur pening.  Fólkaflokkurin stuðlar íverksetan, virkishugi,   visiónum og vil vera við til at skapa nýggj arbeiðspláss. 

 

Minni alment, meir privat

Fólkaflokkurin ynskir, at tað almenna skal vera ein so lítil partur sum møguligt  av dagligdegnum hjá hvørjum einstøkum. Vit seta tað persónliga frælsi høgt og seta prís uppá sjálvbjargnishug. Vit ynskja frælsi hins einstaka til at ráða yvir egnum pengum og  hvat hann brúkar tær mangan hart vunnu krónurnar til. Okkara høvuðsmál er, at øll skulu  klára seg sjálv uttan stuðul og uppíblandan frá almennari síðu.

Soleiðis kunnu vit eísini nógv betur brúka orku og pening uppá at hjálpa teimum, sum veruliga treingja, og teimum vilja vit stuðla á besta hátt.  Hetta eru ikki bert tóm orð. Fólkaflokkurin hevur víst í verki síðstu 3 árini, at tað megna vit betri enn nakar annar flokkur, hóast vit stóran part av tíðini ikki fingu arbeiðsfrið.

Góði veljari, ver við til at stuðla hesum  politikkinum, sum eg trúgvi, at føroyingar flestir innast inni taka undir við. 

Vælferðarsamfelagið Føroyar kann takka fólkaflokkinum fyri, at tað ongantíð áður er avsettur so nógvur peningur til heilsu- og almannamál, og at samferðslan er so væl útbygt, sum hon er. Vel fólkaflokkin. Vit eru besta trygdin  fyri framburði og besta  valið um tú ynskir Føroyar framá og einar fríar og frælsar Føroyar og  eisini frælsi til hvønn  einstakan at brúka størsta partin av sínum egnu  pengum sjálvur.

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur