Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At sloyfa mótrokningina er ikki ókeypis

Johnny í Grótinum

Fleiri valevnir frá fleiri politiskum flokkum skjóta upp, at mótrokningin av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum skal strikast. Eitt av hesum valevnum er Erhard Joensen í Sambandsflokkinum, sum hevur verið formaður í Fíggjarnevnd Løgtingsins.

Í vikuskiftinum mælti sambandsmaðurin Erhard Joensen til at “strika mótrokningina av arbeiðsinntøku beinanvegin”. Grundgeving hansara er, at vit skulu ikki “revsa okkara pensjónistar fyri at fara til arbeiðis… og hetta fer heilt sikkurt at økja um arbeiðsútboðið.”

Erhard vísir sjálvur á, at hann fyrr í ár spurdi almannamálaráðharran, hvat tað vil kosta fyri landskassan, um øll mótrokningin fyri arbeiðsinntøku verður strikað. Og at svarið hiðani var, “at hetta vildi kosta umleið 70 milliónir krónur”. Erhard vil tó vera við, at tað ikki vil kostað landskassanum eina krónu, um mótrokningin verður strikað:

“Eg meini, at um vit strika mótrokningina, so tjenar landið hesar pengarnar væl og virðiliga innaftur í øktum skattainntøkum, tí so kunnu pensjónistar arbeiða frítt uttan at hugsa um, nær og hvussu nógv tey verða mótroknað.”

Hvussu er búskaparliga skilið í hesum páhaldinum? Um tað vildi so væl við, at landið við at strika mótrokningina við vissu fekk somu pengarnar væl og virðiliga inn aftur í øktum skattainntøkum, má natúrligi mótspurningurin vera: Hví er hetta ikki langt síðani gjørt? Verandi skipan bleiv samtykt í 2018. Men so væl vil ikki til. Ikki upp á stutt sikt.

Kostar áleið 100 milliónir krónur árliga

Fyrst er at siga, at tær 70 milliónir krónurnar í útrokningini í svarinum hjá landsstýrismanninum er bara ein partur av rokningini fyri at sloyfa mótrokningina fyri arbeiðsinntøku. Tí um mótrokningin verður sloyfa, vil ongin longur velja at útseta fólkapensjónina av hesum ávum. Sambært landsstýrinum vil hetta innibera eina eyka útreiðslu millum 20-25 milliónir krónur árliga. Og tá veruliga talið ikki var 70 men 74 milliónir krónur í mótrokning vegna arbeiðsinntøku, vil samlaði kostnaðurin fyri Landskassan vera 94-99 milliónir krónur árliga.

So nei, tað er ikki ókeypis at sloyfa mótrokningina og fígging má finnast. Harnæst má eisini staðfestast, at kostnaðurin sannlíkt vil verða enn størri næsta ár. Sambært landsstýrinum øktist mótrokningin vegna arbeiðsinntøku úr 65 til 74 milliónir krónur frá 2021 til 2022. Ella ein vøkstur á 14%. Harnæst er greitt, at uttan fígging vil tað gera fíggjarpolitiska haldførið enn verri, tá talan er um ein vaksandi aldursbólk á arbeiðsmarknaðinum.

Kann vera skilagott, men krevur fígging

Rætt er tað, at arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir arbeiðsmegi, og at verandi skipan við mótrokning ikki eggjar til at arbeiða, tá tú ert blivin fólkapensjónist. Við mótrokningini í arbeiðsinntøkuni er veruliga skattaprosentið á síðst vunnu krónuni hjá hesum løntakarum meira enn 60%, so skjótt ársinntøkan fer upp um 65.000 krónur.

Tí kann tað tykjast upplagt at sloyfa mótrokningina, tá hesi fólk fara at arbeiða meira og harvið rindað meira til felagskassan. Men ein einføld útrokning vísir, at teir sløk 1300 løntakararnir í aldursbólkinum 67-74 skulu fáa hug og møguleika at forvinna 175.000 krónur meira í miðal í part, um øktu skattainntøkurnar skulu mótsvara tær mistu 100 milliónir krónurnar. Tað er ósannlíkt.

Tað er tó ikki óhugsandi, at ein sloyfan av mótrokningini yvir nøkur áratíggju vil viðføra meira skattainntøkur enn tað kostar, tí at enn fleiri halda áfram at arbeiða longur. Men um Erhard Joensen eftir valið tann 8. desember heldur vallyfti sítt og strikar mótrokningina beinanvegin, má hann samstundis eisini finna fígging fyri áleið 100 milliónir krónur í Fíggjarlógini fyri 2023.

Annars endar rokningin hjá eftirkomarum okkara.