Framsókn fer til val við eini merkisvert stuttari valskrá. Hon nevnist “Einar framkomnar Føroyar” og leggur dent á bústaðartrot, grøna umskiftið, útbúgvingar og gongd í haga. Millum annað ynskir Framsókn at innføra eitt tænastugjald á summarhús-eigarar.
Framsókn vil í valskránni, at felagið Bústaðir skal seta meira ferð á bygging av leigubústøðum og uppraðfesta bygging av lestraríbúðum. Fólk, sum ikki frammanundan hava egnan bústað, skulu hava framíhjárætt á bíðilistanum, stendur í valskránni, og flokkurin heldur fram: “Hundraðtals hús kring landið standa tóm uttan fastbúgvandi eigarar. Hesi somu, tómu hús fáa tænastuveitingar frá kommununum, sum tey fastbúgvandi gjalda fyri. Framsókn vil, at heimild eigur at verða latin kommunum at taka eitt hóskandi gjald fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki rinda skatt í kommununi”. Sostatt kunnu fólk, ið eiga eini summarhús í aðrari kommunu, vænta at skula gjalda meira.
Framsókn ætlar eisini at niðurlaga rentustuðulin, men tað skal einans gerast fyri komandi húsaeigarar. Rentustuðulin til teirra, sum í dag móttaka hann, fer ikki at lækka, lovar Framsókn.
Tá ið tað kemur til at Føroyar skulu verða grønar og sjálvbjargnar, siga tey í Framsókn seg vera sannførd um, at Føroyar kunnu verða sjálvbjargnar í orkuframleiðslu. Elframleiðslan á landi fer øll at verða grøn, og menningin innan tøkni gongur nú so mikið skjótt, at um bert fá ár stavar øll orka til upphiting og flutning, bæði á sjógvi og landi, frá grønari orku.
Øll tey 26 ítøkiligu átøkini í orkupolitikkinum, ið eru samtykt, skulu setast í verk. Tað skal gerast við skatta- og avgjaldspolitikki, ið skal fáa einstaka borgaran at velja grønar loysnir, og tað sama við vinnulívinum.
Síðani skrivar flokkurin, at “Hóast hundraðtals milliónir eru lætnar almannaverki og heilsuverki, fáa fólk ikki grundleggjandi vælferðartænastur”. Hetta vil Framsókn gera okkurt við, men nevnir ikki hvussu.
Framsókn ætlar eisini at mótvirka inflatiónini og tálma henni. Eisini skal niðurlagingin av ríkisveitingini verða løgd í eina fasta legu, sum flokkurin orðar tað. Framsókn vil avmarka leiklutin hjá tí almenna, men ynskir, at fiskivinnan og alivinnan skulu
Eisini ætlar Framsókn at satsa uppá KT-vinnu, filmsvinnu og maritimar vinnur, umframt uppá campus til Fróðskaparsetrið og førleikamenning av vitanarstørvum.
Samferðslukervið skal framhaldandi útbyggjast, og tað verandi skal viðlíkahaldast. Ætlanin er at gera eina samlaða samferðsluætlan. Tá ið tað kemur til ferðavinnu, so skulu loysnir finnast uppá spurningar, ið hava verið óloystir ov leingi sambært flokkinum. Eins og aðrir flokkar ætlar Framsókn langt um leingi at finna útav eini javnvág millum ferðavinnu og hvørsmansrættin til gongd í haga. Ágóðin av vinnuligum virksemi í høgunum skal koma festarum/jarðareigarum til góðar, sigur Framsókn at enda í valskránni.


