Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sambandskafé á Nólsoyar Pálsgøtu 20 komandi viku

Norðoya Sambandsfelag

Eins og undanfarin ár, seta politisku valkaféirnar aftur sín serstaka dám á dagarnir áðrenn valið. Valfepurin økist og hugnin gerst sjónligari í býnum. Okkara demokratisku virðir verður fagnað í hvørjum króki.

Í hesum sambandi vilja vit í Norðoya Sambandsfelag bjóða tær at vera meir enn hjartaliga vælkomin á okkara valkafé!

Vit fara hvørt kvøld, at hava upplegg og hugleiðing frá nøkrum av valevnum floksins. Sostatt verður møguleiki at seta seg væl til rættis við einum kaffimunni og einum góðum kakustykki.

 

Skráin er soleiðis:

Sunnudagin 4. desembur: Opið verður frá kl. 1930 og úteftir. Magni Husgaard spælir nøkur løg fyri okkum.

Mánadagin 05. desembur: Opið verður frá kl. 1930 og úteftir. Hetta kvøldið kemur landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum, Magnus Rasmussen, á vitjan.

Týsdagin  06. desembur: Opið verður frá kl. 1915 og úteftir. Hetta kvøldið senda vit live frá KVF, sum vísir valfundin úr Klaksvík.

Mikudagin 07. desembur: Opið verður frá kl. 1930 og úteftir. Magni Husgaard spælir nøkur løg fyri okkum.

Á valdegnum hósdagin 08. desembur: Morgunkaffi frá kl. 1000 til 1400. Her verður møguleiki, at stytta sær stundir og annars njóta hugnaliga samveru saman við øðrum, ið koma framvið.

 

Øll kvøldini verur høvi at hitta  valevni floksins Frimodt Rasmussen, Áron Vest og Hanna Ovadóttir.

Øll kvøldini eru sjálvandi ókeypis – veri vælkomin at leggja leiðina forbí Nólsoyar Pálsgøtu 20, til gott sambandsprát 🙂

 

**Ynskir tú at verða koyrd/koyrdur, ver vælkomin at boða okkum frá á telefon +298 588873 **