Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kl. 12.00: 436 verið á vali

Jóhann Lützen

Nú á middegi hava 436 fólk greitt atkvøðu. Tað er 11,5% av samlaðu atkvøðunum

Um somu tíð á løgtingsvalinum í 2019høvdu 481 greitt atkvøðu, tað er 12.8% av samlaðu atkvøðunum

Eydna Klakkstein Thomsen er forkvinna í valstýrinum. Hon upplýsir fyri Norðlýsinum at á løgtingsvalinum í 2019, sum var 31. august var tað turt og stilli fyrrapartin, meðan tað sirmaði seinnapartin og at tað regnaði illa um kvøldið.