Sunnukvøldið 18. desember, kl. 20:00 verður árliga jólakonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkesturi í Christianskirkjuni. Fyrsta jólakonsertin í hesi røðini var í 1966, og hetta er konsert nr. 55. Næstseinasta ár og seinasta ár, varð konsertin avlýst orsakað av koronu.
Umframt Klaksvíkar Hornorkestur luttakað Kvinnukórið Suð, Kirkjukórið í Christianskirkjuni og Klaksvíkar Manskór.
Á skránni eru góður horntónleikur og kórsangur, kendir jólasálmar og felagssangur.
Øssur Kjølbro, prestur, hevur andakt.
Møguligt verður at stuðla KH við einum oyra eftir konsertina
Klaksvíkar Hornorkestur


