Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rúsdrekkalógin verður liberaliserað

Jóhann Lützen

Samgonguskjalið: Framyvir skal tað verða loyvt føroyskum bryggjaríum og distillaríum at selja egna framleiðslu á staðnum. Eisini skulu matstovur framyvir kunna innflyta rúsdrekka at selja í matstovuni beinleiðis, t.v.s. uttan um Rúsdrekkasølu Landsins.

Sum skilst er tað Framsókn, ið hevur syrgt fyri at fáa hetta við í samgonguskjalið. Síðani Rúsdrekkalógin kom í 1992, hava Føroyar umframt Föroya Bjór, ið var til áðrenn, fingið nøkur bryggjarí og distillarí ella brennarí í Føroyum, og framyvir fara hesi at kunna selja tað, tey framleiða, í egnum sølubúðum. Sum nú er, kunnu bryggjarí og brennarí onki selja, ið er sterkari enn 5,8% alk./vol., og tað merkir, at bryggjaríini fáa bara selt øl og cider, og distillaríini, ið ikki hava ølframleiðslu, fáa ikki selt sítt rúsdrekka sjálvi, men mugu selja tað í Rúsdrekkasølu Landsins.

Matstovurnar skulu eisini framyvir kunna innflyta rúsdrekka sjálvar, “uttan Rúsdrekkasøluna sum dýrkandi millumlið”, sum sagt verður. Samgongan ætlar tó at hava eina avmarking á, ið er, at matstovurnar bert kunnu innflyta øl og vín sjálvar. Aðrar vørur, sum eitt nú spiritus ella brennivín, sum tað eisini verður kallað, má framhaldandi keypast inn ígjøgnum Rúsdrekkasøluna.