Soleiðis syngja vit í vakra sálminum “Føgur er foldin”, sum eg kom í tankar um, tá eg henda illveðursliga 2. jólamorgun kom fram á hesa myndina á telduni.
Ongin av monnunum og einsamøllu kvinnuni á myndini eru á lívi ídag, men her hava tey fingið heiðursmerki frá Klaksvíkar Útróðrarfelag fyri at hava dugnað útróðrinum í Klaksvík á ein ella annan hátt. Myndin er tikin einaferð seinast í 1960-unum ella fyrst í 1970-unum.
Klaksvíkar Útróðrarfelag varð stovnað í 1943, og var eitt sera virkið felag tey fyrstu nógvu árini. Fyrsti formaðurin í felagnum var Hans Pauli Klein, síðan var Jens Christian Simonsen formaður í eitt ár og Jóan Pauli Poulsen í fleiri ár. Men Frits Olsen var hann, sum myndaði felagið í eitt langt áramál. Frits varð valdur formaður í umleið 1960, og hann var formaður og næstformaður í felagnum í fleiri enn 40 ár.
Felagið lat heiðurmerki nakrar ferðir og nakrar fáar ferðir heiðursmerki úr gulli. Hesi seinastu vórðu m.a. latin Frits Olsen, Evald Kjølbro og J.F. Kjølbro, sum átti hópin av útróðrarbátum til miðskeiðis í sekstiárunum.
Myndagóðskan er ikki tann besta, men eg kenni m.a. hesar menninar á myndini: Olgar í Gerðum, Olivur Thomsen, Hans Jakku, vektarmannin á Stongunum, Sivar Højgaard á Húsum, Óla Dahl, Einar Waag, Lamba-Kristian. Poul Jakku á Dalinum, Fischer Heinesen og Ziska á Fløttinum.
Kristin Vilhelmsen, sum var nevndarlimur í Klaksvíkar útróðrarfelag frá 1992 til 1997, lænti mær myndina.


