Hetta er teinurin frá bygdini á Trøllanesi, út eftir Langjunum og út á Eggjar ella út á fýrin á Kallinum. Norðast sæst Stórhøvdi koma undan. Hendan teinin gekk eg ofta sum smádrongur við fleygastongini hjá abba, men nú eru tað mestsum bara ferðafólk, sum fara henda túrin.
Eg rokni ikki við, at tey flestu eru bangin fyri at ganga niðan brekkuni norðanfyri bygdina á Trøllanesi, men fyri nøkrum árum síðan mundu vit komu í neyð av tveimum norskum systrum, sum vitjaðu aftur á slóðina hjá abbanum, Símun Petur Wolles í Uppistovu, sum giftist til Norra. Eg hevði roknað við, at normenn vóru vanir við at ganga, har tað var eitt sindur bratt, sum so var ikki.
Tað gekk hampiliga væl at ganga niðan brekkuna og út eftir Langjunum, men tá vit komu norður í Høvdagil, var ikki hugsingur um, at tær tordu niðan á eggina, so tær kundu hyggja oman yvir Kalsvík. Og tá vit skuldu oman aftur brekkuna norðanfyri bygdina, mátti tær hava eitt fólk undir hvønn armin fyri at tora oman aftur á slætt.
Men norsku systrarnar vóru ógvuliga hepnar við veðrinum teir dagarnar, tær vitjaðu her. Tað vóru fýra góðir dagar við sól í apríl hetta árið, og hetta vóru júst teir dagarnir, tær vitjaðu í Føroyum.



