Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Greiður sigur til Stjørnuna, tá samanum kom

Oliver Joensen

Hóast Stjørnan var mett verða favorittur undan dystinum á heimavølli í dag ímóti EB, so var unga ebliðið væl við allan fyrra hálvleik og nakað væl inn í seinna hálvleik. EBliðið hevur ment seg støðugt, síðani tær seinasta kappingar, eftir nógv ára fráveru, vóru viðaftur í bestu deildini. EB hevði leiðsluna fystu 12 minuttirnar, men so tók Stjørnan yvir, og hevði leiðsluna, tað sum eftir var av dystinum, men tær høvdu trupult við rættiliga at ríva seg leysar av mótstøðuliðnum. Hálvleiksstøðan var 17-14 til Stjørnuna.            

Gongdin var tann saman fyrru helvt av seinna hálveiki, Stjørnan hevði eina leiðslu millum tvey og fýra mál. Tað var ikki fyrrenn tað restaðu góðir 10 minuttir av seinna hálvleiki, og EB fekk tveir leikarar útvístar, at Stjørnan rættiliga slapp frá EB. Dysturin endaði við einum greiður 34-24 sigri til Stjørnuna.            

Samanumtikið kann sigar, at hetta als ikki var besti dystur Stjørnan hevur leikt higartil í hesum kappingarárinum. Spælið var til tíðir ógvuliga óskipað, eisini fær liðið alt ov lítið burturúr strikuspælinum. Í løtum var verjuparturin heldur ikki nøktandi, leikarnari mugu verða nógv ”grammari” í verjuni og tosa meira saman. Men hetta eru ting, sum kunnu og mugu gerast betur, serliga til tær um ein góðan mánað skulu leika hálvfinalur í steypakappingini ímóti Kyndil.                                                                                                                                                     

Kappingin í landskappingin, serliga um annað plássið, er hørð, støðan er tann, at H71 er á odda við 23 stigum, Kyndil er á øðrum plássi við 17 stigum, meðan Neistin og Stjørnan er jøvn á triðja plássið við 16 stigum.                                                                                                                                                                                    

Komandi sunnudag sleppur Stjørnan rættiliga at royna seg, tá tær á heimavølli skulu leika ímóti Neistanum.

Málini í dystinum ídag skutu: Mina S. Hendriksen 8, Jancy H. Jacobsen 6, Sonja S. á Bergi 5, Tóra Eliasen 4, Durita Ljóstein Johansen 3, Malene Madsen, Oddvør Josephsen, Joan Sørensen og Iulia Nalviko tvey mál hvør.