Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Húsini hjá Jógvan Fróðin, sála niðurtikin

Oliver Joensen

Í dag verða húsini hjá Jógvan Fróðin Hansen og Andreu (Gaardlykke), sálu, niðurtikin. Jógvan Fróðin minnist eg sum manning umborð á Skálanes, handverkara á Bedingini, maskinmann við Ternuni og ikki minst á floti við Otto Joensen, sála, smiðjumeistara á Bedingini.

Tey bæði Jógvan Fróðin og Andrea áttu fimm børn: Hans Eli Hansen, Jóhannu Elisabeth, Anna Elina Maria, Ruth og Jonhild Sofía.

Klaksvíkar Kommuna hevur keypt húsini og tey verða tikin niður at geva rúmd fyri parkering til Skúlan á Skúlatrøð.