Føroya Náttúru- og Umhvørvisverdnarfelag, stytt FNU, heitir nú á sínar limir um at velja Elsu Berg, ið er limur í FNU, í Umboðsráðið í LÍV. Tey skriva, at áður hava tey fingið FNU-umboð sett í umboðsráðið í Betri, og at tey hava eina agenda við at gera so.
FNU skrivar í áheitanini, at tað er partur av teirra aktivismu at fáa FNU-limir valdar inn í ymisk umboðsráð, og ítøkiliga agenda’in við limaskapinum í LÍV er at m.a. at fáa LÍV at frávelja íløgur í oljuvinnuna og at fara eitt stig víðari og “taka pengarnar úr kolvetnisvinnuni”. Víðari skrivar FNU, at umboðið í LÍV, skuldi hon verið vald, hevur forpliktað seg at geva átakinum “Veðurlagslóg nú!” undir FNU allar teir pengarnar, hon fær frá sessinum í umboðsráðnum.
LÍV eigur partabrøv í Atlantic Petroleum og Effo, og áheitanin, sum kann lesast í fullum líki niðanfyri, kann ikki lesast øðrvísi enn, at kemur eitt umboð fyri FNU í umboðsráðið í LÍV, fer viðkomandi at virka fyri, at LÍV trekkir seg sum partaeigari úr Atlantic Petroleum og úr Effo.
Hvussu hetta fer at ávirka pensjónsupphæddirnar hjá fólki, ið hava sína eftirløn í Betri og/ella LÍV, verður ikki nevnt í áheitanini.
FNU skrivar soleiðis til limir sínar:
Góðu limir
Fram til 30. Januar ber til hjá øllum kundum hjá LÍV at atkvøða til umboðsráðsvalið. Vit meina, at tað er av størsta týdningi, at øll luttaka í orkuskiftinum, eisini pensjóns- og tryggingarfeløg. Kanska serliga hesi seinni, tí tey umsita eina rúgvu at pengum hvørt ár fyri okkum borgarar.
Tíverri er tað so, at pensjóns- og tryggingarfeløg og bankar eiga í og fíggja kolvetnisvinnuni við fleiri milliardum umvegis okkum borgarar.
Millum hesi feløg er okkara LÍV, sum eigur partabrøv í bæði Atlantic Petroleum og í Effo.
Tað er væl kent, at oljuvinnan hvønn dag ger okkara framtíð ótryggari. Tað átti tí at verið púra natúrligt fyri okkara feløg at velja íløgur í hesa vinnu frá. Men so verður ikki uttan so vit arbeiða fyri tí.
Ein partur av aktivismuni hjá Veðurlagslóg Nú! er at gerast partur av umboðsráðunum hjá hesum feløgum. Gunnhild Dahl Niclasen og Sjúrður Hammer hava sess í umboðsráðinum hjá Betri, har tey virka fyri burðardyggum íløgum, veruligum samfelagsatliti og útlátsminking.
Til hetta umboðsráðsvalið í LÍV stillar Elsa Berg upp.
Málini eru púra greið. LÍV eigur at vísa veruligt samfelagsatlit og gerast ein aktivari viðspælari við at:
- taka pengarnar úr kolvetnisvinnuni
- gera tað møguligt hjá kundum at velja íløgur í kolvetni frá
- seta átøk í verk fyri at røkka 0 útlátið í 2030
- gerast partur av loysnini og ikki trupulleikanum
Vit vóna, at limir í FNU, sum eru kundar í LÍV vilja velja grønt og seta krossin við Elsu Berg.
Elsa letur allan peningin, sum sessurin gevur, til Veðurlagslóg Nú! átakið.
Vinarliga, FNU



