Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tjóðveldis kafE í Finastøðini

Norðoya Tjóðveldisfelag

Norðoya Tjóðveldisfelag fer fram til summar at hava skipa fyri kafE, har ymisk evni verða á skrá. Fyrsta ferð verður mikudagin 1. februar í Finastøðini kl. 19.

Nýggi løgtingsmaður okkara, Eirikur í Jákupsstovu, fer at hugleiða um, hvussu Tjóðveldi og politikkur okkara sæst aftur í nýggja samgonguskjalinum.

Møguleiki verður eisini at seta spurningar.

Møtið fjølment, so vit saman kunnu fegnast um og halda fast í góðu gongdini í Norðoyggjunum, nú vit enn eina ferð hava fingið eitt umboð valt á ting, og flokkurin aftur er komin í samgongu, so vit gjøgnum ein positivan hugburð og samstarv kunnu vera við til at tryggja framgongd í samfelagnum og taka týðandi stig fram til loysing